Ásbjørn Berthelsen
Til sangararnar í ólavsøkukórinum 2026
Túsund takk fyri hetta ótrúliga upplivilsið - at tit gjørdu mína fyrstu ferð sum kórleiðari í ólavsøkukórinum til nakað heilt serligt! Tit vóru heilt fantastisk!
Eg vil bara rósa tykkum fyri tað arbeiði tit hava gjørt og tann ómak tit lagt í fyri at gera løtuna á Tinghúsvøllinum serstaka fyri okkum øll og áhoyrararnar.
Framførslan gekk so ómetaliga væl, tit mintust til allar avtalur og sungu sum einglar. Eg havi sjálvandi besta staðið av øllum, og hjá mær ljómaði tað so avbera væl.
Eg havi mestsum bara hoyrt góðar afturmeldingar, og satt at siga, so fekk eg ikki frið at ganga meir enn 5 metrar fyrr enn eg bleiv steðgaður av fólki, sum ynsktu til lukku ella takkaðu fyri, og soleiðis gekk ALLUR ólavsøkudagur og nakað út á náttina. Føldi meg totalt sum eina "super-star". Havi aldrin upplivað nakað líknandi.
Eg eri heilt ovfarin av undirtøkuni, at so nógv vildu vera við, og ótrúliga takksamur.
vh
Ásbjørn